Tænastur

LEIGA EINA HEIMASÍÐU


 

Ert tú í ferð við at stovna eina fyritøku og umhugsar tú eina heimasíðu?

Ella hevur tú kanska longu eina fyritøku, sum skal hava eina heimasíðu?

Undir øllum umstøðum kann tað vera sera kostnaðarmikið at fáa sær eina heimasíðu. Vit bjóða tær at leiga eina heimasíðu fyri eitt sámuligt mánaðargjald! Avtalan er óbindandi og kann altíð uppsigast. 

  • Sámuligt mánaðargjald
  • Eingir byrjanarkostnaðir
  • Kom í gongd beinanveg
  • Steðga tá tú vilt
  • Lønandi fyri nýbyrjaðar fyritøkur

SERGJØRDAR HEIMASÍÐUR


 

Vit gera heimasíðuna fyri teg og syrgja fyri, at hon samsvarar við tínar hugsjónir fyri fyritøkuna – tað verði seg at økja um søluna, menna fyritøkuna ella at koma í samband við kundarnar. Í samstarvi við teg menna vit heimasíðuna, so hon er við til at røkka tínum málum

Tað er eingi mørk fyri, hvussu tú kanst menna tína fyritøku online. Set teg í sambandi við okkum í dag, so vit kunnu hjálpa tær!

  • Títt egna brand og samleiki
  • røkk tínum málum
  • Menn tína fyritøku
  • Vaks um tína sølu
  • Hav samband við kundarnar
  • Ger tína egnu skipan

HOSTING


 

Vit bjóða eina smidliga loysn til hosting. Eitt sterkt cloud-kervi, sum er lætt at brúka og altið er til taks. 

VIRKISRÁÐGEVING


 

 Hevur tú tørv á at tosa við onkran um tína fyritøku? Ella kanska at venda einum hugskoti við onkrum? Tað er altíð gott at tosa við onkran uttanveltaðan, áðrenn tú setir tíð og pengar av til eina verkætlan.

Vit seta okkum inn í tína fyritøku, tín tørv og tíni mál. Vit koma við konstruktivum ráðum og hugskotum um, hvussu tú kanst leiða fyritøkuna ella verkætlanina á mál 

  • Nýtt íkast
  • Nýggj hugskot
  • Virkisætlan
  • Verkætlanarmenning
  • Brain storming
  • Nýggir inntøkumøguleikar
  • Sølu- og marknaðarføringsætlanir
  • Business coaching

RÆTTLESTUR - ENSKT


 

 Ansa eftir at tað, tú skrivar, ikki hevur stavivillur ella mállærufeilir. Fá onkran at rættlesa tekstirnar, áðrenn tú leggur teir á heimasíðuna. Ein heimasíða full av feilum ávirkar títt image neiligani. Set tí tíð og orku av til rættlestur – annað er ikki ráðiligt. 

Vit bjóða einans rættlestur í enskum

  • Image – títt andlit úteftir
  • Vís tína bestu síðu
  • Vís integritet