Hví heimasíðu?

10 GÓÐAR ORSØKIR


Tá fólk spyrja teg “hvar finni eg heimasíðuna hjá tær?”, og tú ikki hevur nakað svar, so er tað í sær sálvum ein góð orsøk. Men hví skalt tú brúka pengar uppá slíkt? Her eru 10 orsøkir til at hava eina heimasíðu.  

ALTÍÐ OPIÐ


 

Tá tú hevur eina heimasíðu, ert tú, so at siga, til taks alt samdøgrið, hvønn dag. Verandi og nýggir kundar kunnu síggja tína vøru og seta seg í samband við teg uttan at taka atlit til, hvat klokkan er. Kundarnir eru jú online alt samdøgrið, og við heimasíðuni er fyritøkan hjá tær altíð opin. 

TRÚVIRÐI


 

Tað er vanligt at hyggja seg um á netinum, áðrenn man tekur støðu til eitt keyp. Tá tú hevur eina heimasíðu, sum sær gott út, so er tað við til at økja um trúvirðið á tínari fyritøku, og tað er størri møguleiki fyri, at kundin velur júst tína vøru.

MARKNAÐARFØRING


 

Hevur tú gjørt tær eina marknaðarføringsætlan, so er ein heimasíða eitt gott ískoyti til eina slíka. Samanborið við útvarps- og sjónvarpslýsingar, so er ein heimasíða bæði ein bíligari og meira smidlig loysn. Minst til, at tað eru uml. 2,4 milliardir internet-brúkarar í heiminum, so ger tær dælt av hesum! 

UPPLÝSING


 

Fólk leitar sær upplýsing á netinum, um hvussu vørur kunnu gagna teimum. Tín vøra hevur kanska fleiri fyrimunir og kann gagna fólki uppá fleiri ymsikar mátar. Á heimasíðuni kanst tú lætt vísa tína vøru fram og fortelja kundunum, hví tín vøra er besta valið. 

 

PRAKTISK UPPLÝSING


 

Á heimasíðuni kunnar tú um, hvussu ein kemur í samband við teg. Telefonnummar, teldupostbúðstaður o.a. er avgerandi, um kundar ikki skulu gleppa tær av hondum. Kunna um upplatingartíðir og hvar tín handil er at finna – so eru allar fortreytir til staðar fyri, at kundar kunnu keypa frá tær. 

SAMBAND VIÐ KUNDARNAR


 

Góðir kundar eru teir, sum koma aftur og vísa øðrum kundum á tína fyritøku. Á heimasíðuni kanst tú senda tíðindi út, gera atkvøðugreiðslur og lýsa við serligum tilboðum. Um tú hevur eitt tætt samband við kundarnar, so er møguleikin størri fyri, at teir  hugsa um teg fyrst, næstu ferð teir keypa.  

TAÐ LOYSIR SEG


 

Um tú hevur eina góða online-marknaðarføringsætlan, so kanst tú fáa enn fleiri kundar, enn um tú bara brúkar vanligar lýsingarmiðlar. 

KAPPAST Á JØVNUM FØTI


 

Heimasíðan er títt andlit úteftir. Ein góð og greið heimasíða kann vera avgerandi fyri, um ein kundi velur tína fyritøku ella ikki. Um heimasíðan sær professionel út, so er fyritøkan tað sannlíkt eisini. 

MARKNAÐARGREININGAR


 

Internetið er samskiftið báðar vegir, Tú kanst tí fáa virðismiklar upplýsingar um tørvin hjá tínum kundum, um tú brúkar tey amboð, sum eru til taks. Tú fært innlit í áhugamál og tørv hjá møguligum nýggjum kundum við at gera eitt sokallað “survey” á tíni heimasíðu. Hendan vitan ger tað lættari at fáa eygað á nýggj rák á marknaðinum og ger teg soleiðis føran fyri at bjóða tað, sum kundarnir ynskja, økja um søluna og røkka nýggjum marknaðum. 

KUNDARNIR VÆNTA TAÐ


 

Í dag ert tú ikki við, um tú ikki ert til staðar í cyperspace. Tú ert í vanda fyri at verða lopin um, um tað ikki eru møguligt at finna teg online.